Hesum trúgva vit…

  1. Heilaga Skriftin
  2. Tríeindin
  3. Faðirin
  4. Sonurin
  5. Heilagi Andin
  6. Skapanin
  7. Menniskjans nátúr
  8. Tað stóra stríðið
  9. Lívið, deyðin og Jesu uppreisn
  10. Frelsuupplivilsi
  11. Samkoman
  12. Samkoman og hennara uppgáva
  13. Einleiki í Jesu likami
  14. Dópur
  15. Harrans kvøldmáltíð
  16. Andaligar gávur og tænastur
  17. Profetagáva
  18. Guðs lóg
  19. Sabbaturin
  20. Kristin umsiting
  21. Kristiligt lív og atburður
  22. Hjúnalag og familja
  23. Kristi tænasta í himmalska halgidóminum
  24. Kristi afturkoma
  25. Deyðin og uppreisnin
  26. Tey túsund árini og endi syndarinnar
  27. Nýggja jørðin

 

1. Heilaga Skriftin

Hin heilaga skriftin, Tað gamla og Tað nýggja Testamenti, er givið við guddómligum innblástri gjøgnum heilagu menn Guðs, ið talaðu og skrivaðu, drivnir av Heilaga Andanum. Í orði sínum hevur Gud givið menni-skjum tann kunnleika í hendur, sum er neyðugur til menniskjunnar frelsu. Hin heilaga Skriftin er ein óreingjandi opinbering av Guðs vilja. Hon er ein rættarsnórur fyri lív og atburð menniskjunnar, tann góðkenda opinbering av trúarspurningum og tann álítandi frásøgnin um Guðs gerðir í søguni.

 

2. Tríeindin

Guð er ein: Faðir, Sonur og Heilagi Andin, ein einleiki av trimum ævigum persónum. Guð er ódeyðiligur, almáttugur, alvitandi, yvir øllum og allastaðni nærverandi. Hann er óendaligur, menniskja fatar hann ikki, og kortini er Guð kendur gjøgnum ta opinbering hann hevur givið um seg sjálvan. Hann er um allar ævir verdur at allur skapningurin tilbiður, upphevjar og tænir honum.

 

3. Faðirin

Guð, hin ævigi faðir, er skapari, uppihaldari og yvir øllum skapninginum. Guð er rættvísur og heilagur, miskunnsamur og náðigur, seinur til vreiði av óvikandi kærleika og trúfesti. Teir eginleikar og tann máttur, sum koma til sjóndar hjá Soninum og Heilaga Andanum, eru eisini opinberingar av Faðirinum.

 

4. Sonurin

Guð, tann ævigi Sonurin gjørdist menniskjum líkur í Jesusi Kristi. Við Soninum vórðu allir lutir til, Guðs lyndi opinbera, menniskjunar frelsa gjørd til veruleika, og við honum skal heimurin dømast. Sum sannur Guð frá upphavi, varð Sonurin eisini satt menniskja, menniskjað Jesus Kristus. Sonur Guðs varð gitin av Heilaga anda og føddur av jomfrú Mariu. Jesus livdi og varð sum menniskja freistaður, men var til fullkomuleika eitt fyridømi uppá Guðs rættvísi og kærleika. Við undurverkum sínum opinberaði hann Guðs kraft og var í sjálvum sær eitt vitni um, at hann var Guðs lovaði Messias. Hann leið og doyði sjálvboðin á krossinum fyri okkara syndir og í okkara stað, varð uppreistur frá teimum deyðu og fór upp til Himmals til at tæna í tí himmalska halgidóminum til tað besta fyri okkum. Hann vil koma aftur í dýrd fyri endaliga at loysa út sítt fólk og endurreisa allar lutir.

 

5. Heilagi Andin

Guð, tann ævigi Andin, var virkin saman við Faðirinum og Soninum í skapanini, at Guð gjørdist menniskjað og var við í endurloysingini. Heilagi Andin gav teimum, sum skrivaðu ta Heilagu Skriftina, innblástur. Andin fylti lív Kristusar við kraft. Hann dregur og sannførir menniskja, og teimum, sum eru lýðin og taka ímóti, endurnýggjar og broytir hann eftir Guðs mynd. Sendur av Faðirinum og Soninum fyri altíð at vera hjá Guðs børnum, gevur hann samkomuni andaligar gávur, gevur henni kraft til at vitna um Kristus og leiðir hana til allan sannleikan, sum er opinberaður í Heilagu Skriftini.

 

6. Skapanin

Guð er skapari av øllum lutum og hevur í Skriftini opinberað ta álítandi frásøgn um sítt skaparverk. Í seks dagar skapaði Harrin himmalin og jørðina og alt livandi á jørðini og hvíldi tann sjeynda dagin í tí fyrstu vikuni. Soleiðis stovnaði Guð sabbatin sum eitt varandi minni um sítt fullgjørda skaparaverk. Tann fyrsti maðurin og tann fyrsta kvinnan varð skapað í Guðs mynd sum krúnan á skaparaverkinum, og teimum varð givið vald á heiminum og ábyrgdin fyri honum litin teimum til. Tá ið skaparin var at enda komin, var alt sára gott, ein lovprísan til Guðs æru.

 

7. Menniskjans nátúr

Menniskjað varð skapað í Guðs mynd sum maður og kvinna við persónligum eyðkenni, makt og frælsi til at hugsa og handla. Sjálvt um tey vórðu skapað sum frælsar verur við likami, sál og anda sum ein einleiki, ið ikki býtist sundur, eru tey bundin av Guði í mun til alt annað. Tá okkara fyrstu foreldur vóru ólýðin móti Guði, noktaðu tey at viðurkenna, at tey vóru bundin av honum og fullu frá teirra høga støði undir Guði. Guðsmyndin í teimum varð avskeplað, og fylgjan av tí varð deyðin. Eftirkomarar teirra eiga lut í hesi falnu nátúr, og fylgjunum av tí. Tey verða fødd við veikleikum og lyndi til tað ónda. Men Guð hevur í Kristusi gjørt heimin sáttan við seg sjálvan, og við Anda sínum endurgevur hann sína mynd í angrandi menniskjum. Skapaði til Guðs æru, eru tey kallað til at elska hann og hvønnannan og at hava umsorgan fyri at røkja umhvørvið.

 

8. Tað stóra stríðið

Øll mannaættin er nú komin uppí eitt veldigt stríð millum Kristus og Satan, eitt stríð, ið fevnir um Guðs lyndi, lóg og harradømi hansara yvir alheiminum. Hetta stríð byrjaði í Himlinum, tá ið ein skapað vera, út gjørd við frælsi til at velja, í sjálvupphevjan gjørdist til Satan, mótstøðumaður Guðs, og fekk ein part av einglunum til at gera uppreistur. Hann førdi uppreistrarandan inn í henda heim, tá hann fekk Adam og Evu at synda. Menniskjunnar synd gjørdi, at Guðsmyndin í menniskjanum avskeplaðist, og tað kom óskil á tann skapaða heimin, og at hann at enda varð lagdur í oyði av einari heimsumfatandi syndflóð. Allur skapningurin er vitni til, at hesin heimur gjørdist leikpallur fyri tí veldiga stríði, sum nerti við allan heimin, hvaðani Guð, sum er kærleiki, verður upphevjaður, forsvaraður og rættvísgjørdur. Fyri at hjálpa fólki sínum í hesum kampi, sendir Kristus Heilkaga Andan og teir trúgvu einglanar til at vegleiða, verja og styrkja fólk sítt á frelsunar vegi.

 

9. Lívið, deyðin og Jesu uppreisn

Í Kristusar lívi í fullkomnum lýdni móti Guðs vilja, í hansara líðing, deyða og uppreisn hevur Guð fingið til vega tey einastu ráðini til bót fyri menniskjunnar syndir. Tey, sum í trúgv taka móti hesum ofri, fáa ævigt lív. Allur skapningurin vil við hesum tí betri kunna fata Skaparans heilaga og óendaliga kærleika. Hetta fullkomna offur upphevjar rættvísi í Guðs lóg og hansara náðiríka lyndi, av tí at tað bæði dómfellur syndina og skapar útveg fyri at fáa fyrigeving. Kristus doyði í okkara stað, sum bót fyri okkara syndir, ein sáttardeyða, sum umskapar okkum. Kristi uppreisn boðar sigur Guðs yvir tær óndu maktir, og hjá teimum, sum taka ímóti Kristusar ofri, er hon trygdin fyri teirra endaliga sigri yvir synd og deyða. Hon váttar, at Jesus Kristus er Harrin, fyri hvørjum hvørt knæ skal boyggja seg í Himli og á jørð.

 

10. Frelsuupplivilsi

Í óendaliga kærleika og samkenslu gjørdi Gud Kristus, sum ikki kendi til synd, til synd fyri okkum, fyri at vit kundu gerast Guðs rættvísi í honum. Leidd av Heilaga Andanum skilja vit okkara tørv, viðurkenna okkara synd, angra okkara misbrot og vísa trúgv á Jesus sum okkara Harra og Kristus, sum umboðsmaður og fyridømi. Henda trúgv, sum frelsan verður tikin ímóti við, kemur ígjøgnum orðsins guddómligu kraft og er ein náðigáva frá Guði. Gjøgnum Kristus verða vit rættvísgjørd, góðkend sum Guðs synir og døtur og loyst frá syndarinnar harradømi. Gjøgnum Andan verða vit fødd av nýggjum og gjørd heilag (heiløg). Andin ger sinnið nýtt, skrivar Guðs kærleikan lóg í okkara hjarta og gevur okkum kraft at liva eitt heilagt lív. Tá ið vit verða í honum, fáa vit part í guddómligari náttúru og hava vissuna um frelsuna bæði nú og í dóminum.

 

11. Samkoman

Samkoman er tann felagskapur av trúgvandi, ið viðurkennir Jesus Kristus sum Harra og Frelsara. Eins og Guðs fólk í Gamla Testamenti eru vit kallaði út frá heiminum, og vit taka okkum saman fyri at tilbiðja, fyri at njóta felagsskapin, fyri at fáa vegleiðing í orðinum, fyri at halda Harrans kvøldmáltíð, fyri at kunna tæna allari mannaættini og fyri at kunna boða gleðisboðskapin um allan heimin. Samkoman hevur sín myndugleika frá Kristusi – Orðið, sum gjørdist menniskja – og frá Tí heilagu Skriftini, sum er tað skrivaða orðið. Samkoman er Guðs familja. Hon er góðkend av honum sum Guðs børn. Limir hennara liva í tí nýggja sáttmálanum. Samkoman er Kristi likam, ein felagsskapur av trúgvandi, hvørs høvur er Kristus sjálvur. Samkoman er tann brúður, sum Kristus doyði fyri, so at hann kundi halga og reinsa hana. Tá ið hann kemur aftur sum sigurharri, vil hann taka eina dýrmæta samkomu til sín, tey trúføstu frá øllum tíðum, sum hann hevur keypt við blóði sínum uttan blett ella rukku, men heilag og lýtaleys.

 

12. Samkoman og hennara uppgáva

Alheims samkoman eru øll tey, sum í sannleika trúgva á Kristus. Í teim síðstu døgum, ein tíð vioð stórum fráfalli, vil ein loyvd halda fast við Guðs boð og trúnna á Jesus. Henda loyvd boðar, at Guðs dómstími er komin, at frelsa er at fáa hjá Kristusi, og at afturkoma hansara er nær. Henda boða ímyndast við teim trimum einglunum í Opinberingini 14. Hon fer fram samstundis við dómsviðgerðina í Himlinum, og úrslitið verður angur, umvending og trúarbót millum menniskju á jørðini. Hvør einstakur trúgvandi er kallaður til persónliga at taka lut í hesi heimsumfatandi vitnistænastu.

 

13. Einleiki í Jesu likami

Samkoman er eitt likam við mongum limum kallaði út frá øllum fólkasløgum, ættum, tungumálum og fólki. Í Kristusi eru vit ein nýggjur skapningur. Sereyðkenni av ætt, mentan, útbúgving, tjóðskapi ella munur á høgum og lágum, ríkum og fátækum, manni og kvinnu má ikki skapa split okkara millum. Vit eru øll líka í Kristusi, sum við einum Anda hevur bundið okkum saman við honum og hvørjum øðrum. Vit skulu øll tæna og lata okkum tæna uttan at gera mannamun ella við fyrivarni. Gjøgnum opinberingina av Jesusi Kristi í Skriftini eru vit felags um somu trúgv og vón, og vit leggja fram tann sama vitnisburðin fyri øllum. Hetta samanhald hevur sín uppruna í tí tríeiniga Guði, sum hevur tikið ímóti okkum sum børn síni.

 

14. Dópur

Í dópinum vátta vit okkara trúgv á Jesu Kristi deyða og uppreisn og vitna, at vit eru deyð frá syndini og hava eina ætlan um at broyta okkara lív á ein heilt nýggjan hátt. Við hesum viðurkenna vit Kristus sum Harra og Frelsara, gerast børn hansara og verða upptikin sum limir í samkomu hansara. Dópurin er eitt tekin upp á okkara sameining við Kristusi, okkara syndafyrigeving og okkara móttøku av Heilaga Andanum. Dópurin gongur fyri seg við at verða søktur undir vatn og er treytaður av váttan av at trúgva á Kristus og prógv um syndaangur. Dópurin fer fram aftan á at ein er undirvístur í tí Heilagu Skriftini og hevur tikið ímóti læru hennara.

 

15. Harrans kvøldmáltíð

Í Harrans kvøldmáltíð fáa vit lut í ímyndini um Jesu likam og blóð og sýna á tann hátt trúnna á hann, okkara Harra og Frelsara. Undir heilagu kvøldmáltíðini er Kristus nærverandi fyri at møta og styrkja samkomu sína. Tá ið vit taka lut í kvøldmáltíðini, boða vit við gleði Harrans deyða, til hann kemur. Okkara fyrireiking til kvøldmáltíðina má vera sjálvrannsókn, angur og játtan. Jesus Kristus innsetti fótatváttin, sum eitt vitni um eina endurnýggjaða reinsan, fyri at ímynda góðan vilja at tæna hvørjum øðrum í eyðmjúkleika, eins og Kristus sýndi tað, og fyri at sameina hjørtu okkara í kærleika. Kvøldmáltíðartænastan er opin fyri øllum teim trúgvandi kristnu.

 

16. Andaligar gávur og tænastur

Gjøgnum hvørja øld gevur Guð andaligar gávur til limirnar í samkomu síni. Hesar gávur skal hvør limur sær gera nýtslu av í kærleikans tænastu í samkomuni og til felags besta fyri mannaættina. Givnar við Heilaga Andans millumgongu, hann, sum tillutar tí einstaka liminum eftir sínum vilja, umboða hesar gávur øll tey evni og tænastur, sum samkomuni tørvar fyri at kunna útinna tey verk, Guð hevur litið henni til. Sambært tí Heilagu skriftini fevna hesar gávur um trúgv, náðigávur at lekja, at profetera, at kunngera, at undirvísa, at stýra, at sita um sátt, at fremja samkenslu, ósjálvsøkna tænastu og næstakærleika til hjálp og troyst hjá menniskjum. Nakrir limir eru kallaðir av Guði og fyrireikaðir av Andanum til at gera tænastu í samkomuni so sum: hirðar, evangelistar, ápostlar og lærarar. Tað er ein serligur tørvur fyri hesum náðigávum, so at limirnir kunnu verða útgjørdir til tænastu at byggja samkomuna upp til at vera andaliga búnir og framelska einleika í trúgv og kunnleika um Guð. Tá ið limirnir gera nýtslu av hesum andaligum gávum, sum trúfastir húshaldarar yvir Guðs margfaldu náði, er samkoman vard móti tí siðspillandi ávirkan av falskari læru. Hon veksur við einum vøkstri, sum er frá Guði, og verður uppbygd í trúgv og kærleika.

 

17. Profetagáva

Heilagi Andin hevur givið samkomuni ta profetisku gávuna. Henda gávan er eisini tekin um samkomuna á síðstu døgum og er komin til sjóndar gjøgnum tænastuna hjá Ellen G. White. Tá hon er Harrans boðberi, eru skriftir hennara ein varug og álítandi sannleikskelda til troyst, vegleiðing, læru og átalu. Tær sýna týðiliga, at Bíblian er tað grundarlag, sum øll undirvísing og upplivingar mugu samanberast við.

 

18. Guðs lóg

Tann stóra meginreglan í Guðs lóg kemur til sjóndar í teim Tíggju Boðunum og verunleikagjørd (útint) í lívi Kristusar. Tey siga frá Guds kærleika, vilja og ætlan viðvíkjandi menniskjunnar atburði og sínámillum viðurskifti og eru bindandi fyri øll menniskju til allar tíðir. Tey Tíggju Boðini eru grundarlagið fyri sáttmála Guðs hjá fólki sínum og mátistokkurin í Guðs dómi. Gjøgnum verk Heilaga Andans vísa boðini á synd og fáa okkum at kenna tørv fyri einum frelsara. frelsan verður givin bert av náði og ikki av gerningum, men fruktin (ávøksturin) vísir seg lýdni móti boðunum. Hetta lýdni mennir tað kristna lyndi og úrslitið verður ein kensla av friði og gleði. Lýdnið er eitt prógv um okkara kærleika til Harran og okkara umsorgan fyri okkaramedmenniskjum. Trúarinnar lýdni prógvar, at Kristus hevur megi til at broyta menniskjunnar lív og styrkir soleiðis tann kristna vitnisburðin.

 

19. Sabbaturin

Aftan á teir seks skapanardagarnar hvíldi Skaparin tann sjeynda dagin og innsetti sabbatin. Tað fjórða boðið í Guðs óbroytiligu lóg krevur, at vit halda tann sjeynda dagin heilagan, sabbatin, sum ein dag til hvílu, tilbiðjan og tænastu i samsvar við Kristusar læru og tað fyridømið, Jesus, sum er Harri yvir sabbatinum, gav okkum. Sabbaturin er ein dagur, sum vit skulu vera í lukkuligum samfelagi við Guði og hvørjum øðrum. Hann er eitt tekin um okkara endurloysing í Kristusi, eitt tekin um okkara heilaggering, ein kunngerð um okkara trúfesti og ein forsmakkur upp á okkara ævigu framtíð í Guðs ríki. Sabbaturin er Guðs áframhaldandi tekin um hansara æviga sáttmála ímillum hann og fólk hansara. Tá ið vit við gleði eygleiða hesar heilagu tímar frá kvøldi til kvølds, frá sólsetur til sólseturs, minnast vit tað, sum Guð gjørdi í skapanini og í endurloysingini.

 

20. Kristin umsiting

Vit eru húshaldarar Guðs. Frá honum hava vit fingið um hendur tíð, høvi, evni, ognir og signingar av jørðini og ríkidømi hennara. Hann hevur givið okkum ábyrgd viðvíkjandi tí rætta brúki av øllum hesum. Vit viðurkenna Guðs ognarrætt við at vera trúføst í tænastu hansara og hjá okkara medmenniskjum við at geva tíggjund og offurgávur til hansara til boðan av gleðiboðskapinum og til samkomunnar undirhald og vøkstur. Kristin fyrisiting er ein framíhjárættur, sum Guð hevur givið fyri at uppala okkum í kærleika til at sigra yvir sjálvgóðsku og havisjúku. Húshaldarin gleðir seg um tær signingar, sum onnur fáa, av tí at hann var trúfastur.

 

21. Kristiligt lív og atburður

Vit eru kallað til at vera eitt guðsóttandi fólk, sum hugsa, kenna og handla í samljóð við tær himmalsku grundreglur. Fyri at Andin kann endurskapa mynd Harrans í okkum, fáast vit bert við slíkt, sum kann skapa reinleika, góða heilsu og gleði, so vit koma at líkjast Kristusi. Hetta merkir at okkara stuttleiki og okkara undirhald eiga at svara til ta hægstu fyrimynd fyri kristiliga siðalæru. Samtíðis, sum vit viðurkenna mentunarligar munir, eigur okkara klædnadrakt at vera einføld, siðilig og snotilig, sum tað sømir seg hjá teimum, hvørs sanni vakurleiki ikki stendur í útvortis skartgripum, men av einum mildum stillum anda sum eitt óforgeingiligt prýði. Tað merkir eisini, at vit á ein skilagóðan hátt skulu røkja okkara likam, av tí at tað er eitt tempul hjá Heilaga Andanum. Umframt at hugsa um hóskandi rørslu og hvílu eiga vit at velja tann hollasta møguliga kostin og halda okkum frá óreinari føði, so sum Tann Heilaga Skriftin lærir okkum. Tá rúsandi drykkir, tubbak og ábyrgdarleys nýtsla av heilivági og rúseitri er skaðilig fyri likam okkara, eiga vit at halda okkum frá hesum. Í staðin eiga vit at halda okkum til alt, sum fær okkara hugsan og okkara likam inn undir lýdni móti Kristusi, ið ynskir, at vit skulu vera frísk, glað og hava tað gott bæði til likam og sálar.

 

22. Hjúnalag og familja

Hjúnarbandið varð stovnað av Guði í Eden og váttað av Jesusi sum eitt samband fyri lívið millum ein mann og eina kvinnu í einum kærleikans felagsskapi. Hjá tí kristna er hjúnarbandslyftið givið bæði Guði og hjúnafelaganum, og hjúnarbandið eigur bert at vera ímillum persónar við somu trúgv. Kærleiki móti hvørjum øðrum, æra, virðing og ábyrgdarkensla geva grundarlagið fyri hesum felagsskapi, sum eigur at endurspegla kærleikan, samanhaldið og tað varandi sambandið millum Kristus og samkomu hansara. Viðvíkjandi hjúnarbandsskilna var tað Jesu læra, at tann, sum letur seg skilja frá hjúnafelaganum undantikið fyri siðloysi, og giftir seg við einum øðrum, drívur hor. Hóast umstøðurnar í summum familjum kanska ikki svara til fyrimyndina kunnu hjúnafelagar, sum eru hvør øðrum trúgv í Kristusi náa kærleikans einleika við Andans leiðslu og hjálp frá samkomuni. Gud vælsignar familjuna, og ætlan hansara er at limir hennara skulu hálpa hvørjum øðrum fram móti fullkomnum búnaskapi. Foreldrini skulu uppala børn síni til at elska og atlýða Harran. Við orðum og fyridømi skulu tey læra, at Kristus er kærleiksfullur, men at hann krevur skil, og at hann við kærleiksfullum og varisligari umsorgan ynskir, at tey skulu vera limir av likami Krists og familju Guðs. Eitt støðugt sterkari samanhald í familjuni er eitt av eyðkennunum hjá samkomu Guðs á síðstu døgum.

 

23. Kristi tænasta í himmalska halgidóminum

Í Himlinum er ein halgidómur, tað sanna tabernaklið, sum Harrin hevur reist og ikki eitt menniskja. Í hesum halgidómi ger Kristus tænastu fyri okkum og ger endurloysingina, sum hann einaferð fyri øll vann við bótofri sínum á krossinum atkomandi fyri teim trúgvandi. Kristus varð vígdur sum okkara stóri høvuðsprestur og byrjaði tænastu sína sum millumgongumaður við himmalferð síni. Í 1844, í endanum á tíðarbilinum upp á 2300 kvøld og mornar, byrjaði Kristus tað næsta og seinasta skeiðið av sáttargerðini. Tað er ein rannsakandi dómsviðgerð, sum er ein partur av tí endaligu burturrudding av allari synd, ímyndað við reinsanini av tí gamla hebraiska halgidóminum tann stóra sáttardagin. Í hesi fyrimyndarligu tænastu varð halgidómurin reinsaður við blóðinum av offurdýrinum, men teir himmalsku lutirnir verða reinsaðir við tí fullkomna ofrinum, Jesu blóði. Tann rannsakandi dómsviðgerðin opinberar fyri teim himmalsku verunum, hvør av teim deyðu eru sovnaði burtur í trúnni á Kristus og tí í honum eru verd at fáa lut í tí fyrstu uppreisnini. Hon opinberar eisini, hvør millum tey livandi, sum liva eitt lív við Kristusi, halda fast við Guðs boð og trúnna á Jesus og í honum eru tilreiðar at verða burturrykt til Guðs æviga ríki. Henda dómsviðgerð staðfestir, at Gud er rættvísur, tí hann frelsir tey, sum trúgva á Jesus. Dómsviðgerðin váttar, at tey, sum hava verið trúføst móti Gudi, skulu fáa ríkið. Endin á hesi tænastu Krists vil visa endan á náðitíðini áðrenn Kristi afturkomu.

 

24. Kristi afturkoma

Kristi afturkoma er samkomunnar sæla vón, hæddin í gleðiboðskapinum. Afturkoma Frelsarans verður bókstavilig, persónlig, sjónlig og heimsumfatandi. Tá ið hann kemur aftur, vilja tey rættvísu deyðu rísa upp og saman við teimum rættvísu livandi verða tey dýrmett og tikin til Himmalin, meðan tey órættvísu mugu doyggja. Tann næstan fullkomna uppfylling av profetiunum um tær síðstu tíðirnar vísir, at Kristi afturkoma er nær. Tann neyva tíðin fyri hesi hending er ikki opinberað, og tí verða vit ávaraði um altíð at vera tilreiðar.

 

25. Deyðin og uppreisnin

Løn syndarinnar er deyðin, men Gud, sum einsamallur er ódeyðiligur, gevur sínum endurloystu ævigt lív. Til tann dagin er deyðin ein ótilvitandi støða hjá øllum menniskjum. Tá Kristus, sum er lív okkara, kemur til sjóndar, vilja tey upprisnu rættvísu og tey livandi rættvísu verða dýrmett og burturrykt fyri at møta Harra sínum. Hin onnur uppreisnin, uppreisn teirra órættvísu, verður túsund ár seinni.

 

26. Tey túsund árini og endi syndarinnar

Ímillum tað fyrstu og næstu uppreisnina er Kristus og tey heilagu saman í Himlinum í túsund ár. Í hesum tíðarskeiðinum verða tey ógudiligu deyðu dømd. Jørðin er oyðin og tóm, har eru eingin livandi menniskjaligir íbúgvar, bert Satan og einglar hansara. Í endanum av teim túsund árunum kemur Kristus við teimum heilagu og tí heilaga staði niður frá Himlinum á jørðina. Tá verða tey órættvísu deyðu reist upp og saman við Satan og hansara einglum kringseta tey staðin, men eldur frá Gudi vil oyða tey og reinsa jørðina. Alheimurin verður á henda hátt fríaður fyri synd og syndarar um allar tíðir.

 

27. Nýggja jørðin

Á tí nýggju jørðini, har rættvísi býr, vil Guð skapa eitt ævigt heim til tey endurloystu í fullkomnum umhvørvi, har tey skulu ognast ævigt lív, kærleika, sælu í nærveru hans, og har tey støðugt skulu móttaka undirvísing hansra. Gud sjálvur skal búgva hjá fólki sínum, og líðingar og deyðin eru horvin. Tað stóra stríðið er at enda komið, og syndin er ikki til longur. Alt, frá tí livandi til tað lívleysa, vátta, at Gud er kærleiki, og at hann skal ráða um allar ævir. Amen.