Søga Adventistasamkomunnar í Føroyum

ein stuttur samandráttur

Í einum tíðarriti hjá Adventistasamkomuni kallað "Sandhedens Tidende" dagfest 1. mai 1893 er fyrsta skrivliga frásøgn um fyrstu roynd hjá Sjeyndadags Adventistasamkomuni at fáa fótafesti í Føroyum. Maðurin, ið var sendur higar var norðmaður og kallaðist O.J. Olsen, og uppgáva hansara var at royna seg sum bókasølumaður. Hann sigur í síni stuttu frásøgn um komu sína higar m.a.: "Ved Guds nåderige beskyttelse ankom jeg hertil i god behold. Efter at have betragtet forholdene indså jeg straks, at sandhedens udbredelse her vil have sine vanskeligheder, da særlig på grund af den besværlige færdsel mellem øerne."1

Hann roynir seg síðani við bókasølu og fortelur, hvørji tíðarrit og bøkur hann hevði at bjóða. Áhugavert er at leggja til merkis, at hann "begyndte virksomheden med at lægge ud en del prøvehefter at Sundhedsbladet"2. Hetta blaðið verður framvegis selt og er, so vítt okkum kunnugt, elsta blað av sínum slag í Norðanlondum. Nøkur ár seinni fær hetta blaðið gott ummæli í einum kirkjuligum tíðarriti her í Føroyum. Bøkurnar hann seldi kallaðust "Kristi Liv", "Betragtninger over Daniels Bog og Åbenbaringen", "Solskin i Hjemmet" og "Den Store Strid". Umframt hevur hann havt, eftir tí hann sigur, eitt blað, sum kallaðist "Sandhedens Tidende", sum tá var almenna blaðið hjá Adventistasamkomuni. Tað sær út til, at sølan av hesum lesnaði hevur eydnast hampuliga væl, tí tey, sum keyptu vóru "næsten alle af byens bedste folk fra Amtmanden og ned."3 Síðani hoyra vit ikki meira til O.J. Olsen. Ongir upplýsingar eru tøkir, nær hann er farin úr Føroyum. Ikki fyrrenn í 1908 hoyrist aftur um Sjeyndadags Adventistarnar - hesaferð eisini ein bókasølumaður, sum hevur konuna við; hann kallast Wilhelm Nordlund.4 Til er enn fólk, sum frá sínum foreldrum kann minnast eina bók, sum var keypt av hesum manni og at hann tosaði eitt "løgið norskt mál, sum var torført at skilja."5 Hvussu leingi hetta parið hevur verið í Føroyum og hvussu teirra virksemi hevur eydnast er ikki kunnugt.

Í 1913 eru tveir danir komnir til Føroyar sum bókasølumenn og trúboðarar fyri Adventistasamkomuna. Teirra nøvn eru Valdemar Jacobsen og Gaston Emanuel Christiansen (hann broytti seinni navn til Westman og varð síðani best kendur undir hesum navninum). Teir eru her fram til 1920. Tó er Westman ein túr í Danmark í hesum tíðarskeiðinum og giftist og kemur aftur til Føroya við konu. Í 1915 virkar hann í Vági, har allarhelst teir fyrstu Adventistar verða doyptir. Í meðan virkar Valdemar Jacobsen ymsastaðni í Føroyum millum annað á Viðareiði, har dópur verður hildin. Í sama tíðarskeiði hevur Valdemar Jacobsen verið í Danmark fyri at gifta seg og kemur aftur við konu og er fram til 1926. Tað er arbeiðið hjá hesum persónunum, sum leggur grundstøði undir virkseminum hjá Adventistasamkomuni í Føroyum. Teir her umrøddu persónar eru slóðbrótarar og teir, sum koma aftan á, halda fram har hesir sleptu.

Tann næsti vit hoyra um er ein norðmaður, Schiønning Andreasen, sum er komin higar og byrjar trúboðanararbeiði. Hann hevur tilhald í Sjúrðargøtu í Havn (í húsinum hjá núverandi Havnar Handverksmeistarafelag, myndir eru til frá hesum tíðarskeiði). Miðskeiðis í 1930 talinum verður farið undir at byggja kirkju í Sverrisgøtu í Havn. Leiðsluna av hesum arbeiðinum hevur ein norðmaður, O.J. Olsen (tó ikki sami maður, sum kom til Føroya í 1893), hann virkar í Íslandi, sum Adventistasamkomman í Føroyum umsitingarliga hoyrdi saman við, við høvuðsskrivstovu í Kristiania (Oslo). Trúboðanarvirksemið gekk framá í smáum stigum við skiftandi fólki, tó eru tað fyri tað mesta danir, sum starvast sum prestar í Adventistasamkomuni í Føroyum.

Í fyrru helvt av fimti árunum eru ætlanir um at byrja eina heilsumiðstøð, og verða hesa ætlanir til veruleika í 1956, tá ið "Skodsborgbaðið" á Dalavegnum verður tikið í nýtslu og virkar fram til 1988, tá ið tað verður niðurlagt og virksemið fer yvir á privatar hendur.

Ætlanir um at fáa sett á stovn ein skúla verða til veruleika í 1966. Tórshavnar býráð letur samkomuni grundøki á Hoyvíksvegnum til endamálið og skúlin byrjar sítt virksemi við 4 flokkum. Nú hevur skúlin 7 lærarar og umleið 100 børn.

Umstøðurnar hjá samkomuni verða eftirhondini ótíðarhóskandi í Bethel í Sverrisgøtu (núverandi Pappírslon). Tí verður farið í holt við ætlanir um at byggja nýggja kirkju. Søkt verður um loyvi hjá býráðnum í Tórshavn til at fáa matrikulerað eitt stykki av grundøkinum hjá Adventistaskúlanum til at byggja kirkju á. Hetta loyvi verður givið og kirkjan stendur liðug á sumri 1978.

Samanumtikið hevur virksemið hjá Sjeyndadags Adventistasamkomu í Føroyum ikki tikið seg framá í stórum lopum, men javnur spakuligur vøkstur hevur verið øll hesi árini. Í dag eru skrásettir umleið 80 limir umframt børn og ung.

Jens Vilhelm Danielsen, prestur
Tildugøta 5
100 Tórshavn

1Sandhedens Tidende, mai 1893
2Ibid.
3Ibid.
4Missionsefterretninger nov. 1908
5Birta Viderø, Hoydalsvegur, Tórshavn